Hvat er ein hetja. Hvørji virði knýta seg at eini hetju. Og hvussu kanst tú vera hetja í tínum egna lívi.
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, hevur granskað í hetjum, og hon hevur spurt føroyingar, hvørjar okkara hetjur eru. Og so hevur hon gjørt undirvísingartilfar til míðnámsskúlarnar um hetjur og hetjuskap.
Hesa vikuna setir Nón sjóneykuna á hetjur og hetjuskap, og samrøðan við Tóru setti sjøtul á temavikuna um hetjur.