13. febuar verður fyrsta sjónvarpsrøðin, ið er tikin upp í Føroyum, frumsýnd. At gera eina krimisjónvarpsrøð í Føroyum er ein gamal dreymur hjá upphavsmanninum til røðina. Vit hava eitt longri prát við gøtumannin, Tórfinn Jákupsson.
Tórshavnar Big Band endar VetrarJazzin við einum braki leygarkvøldið, tá tey fara at spæla saman við danska "croonaranum" Mads Mathias. Vit fáa tvey umboð fyri Tórshavnar Big Band, Eirik Skála og Torleik Mortensen, á gátt at tosa um konsertina og Big Band tónleik
Hoyr alla sendingina her.