avatar

Nón 8. juni 2021

Nón
Nón
Episode • Jun 8, 2021 • 53m
Kenslubúskapir í Norðuratlantshavinum - gomul bond og nýggj vinaløg - er heiti á grein, sum Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, hevur skrivað saman við øðrum.
Hvat er kenslubúskapur, og hvønn leiklut spæla kenslur í ríkisfelagsskapinum. Samrøða við Maluna um kenslubúskap í ríkisfelagsskapi.
Í sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið hevur eitt nýtt hugtak sæð dagsins ljós: Menniskjaligt haldføri. Men hvat merkir tað í praksis?
Vit hava tosað við tveir dagstovnaleiðarar og tveir leiðarar á serøkinum um hugtakið.