Tað hevur verið spennandi, gevandi og nemandi at myndprýða bókina "Abbi og eg og abbi". Tað sigur Annika Øyrabø, sum herfyri fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri arbeiðið at myndprýða bókina.
Annika er føroyingur, men er uppvaksin í Danmark. Hon hevur tó ferðast nógv í Føroyum, og fingið stóran íblástur til sítt yrki úr Føroyum. Og so kennir persónliga til evnið, ið bókin snýr seg um, nemliga demens. Vit hava longri samrøðu við Anniku um eina løtu.