avatar

Nón 15. februar 2021

Nón
Nón
Episode • Feb 15, 2021 • 56m
Hevur tú fingið framt fosturtøku? Turið Hermansdóttir, antropologur, skrivar phd-ritgerð um fosturtøkur og reproduktiv val hjá føroyskum kvinnum, og sóknast eftir fleiri kvinnum. Vit hoyra um hennara gransking.
Sjálvt um málningarnir enda við at hava sterkar bláar, grønar ella gular litir, so byrjar tað altíð við gráum á løriftinum. Vit hava vitjað Trónd Patursson í atelierinum.
Áhugin fyri at taka myndir við rættiliga framkomnari útgerð er vaksin nógv seinnu árini. Í løtuni sýnir felagið Fokus fram í Smiðjuni. Vit tosa við ein av stigtakarunum.
Hoyrið sendingina her