Gerandislívið á Eiði og við Gjógv fyri hálvt hundrað árum síðan verður lýst hegnisliga á forkunnugum fotomyndum eftir enska myndamannin Adam Wolfitt, ið tók myndir fyri National Geographic. Vit vitja myndaframsýning, sum verður á Eiði um vikuskiftið.
Á Hvítusunnu verður høvi at hoyra tvey barokk meistaraverk, ið ikki eru framførd í Føroyum áður. Talan er um konsert við kórum, solistum og orketri. Umboð fyri kórini koma á gátt.
Í sendingini í dag frætta vit eisini frá Jenny Kragesteen um eitt nýtt staklag frá Frum.