Alivinnan hevur í nógv ár støðugt arbeitt við at basa laksalúsini. Og hóast talið at laksalús í aliringunum er lækkað, so er trupulleikin framvegis stórur, siga Esbern Paturson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord og Marner Nolsø, djóralækni hjá Bakkafrosti.
Teir luttaka í stórari altjóða ráðstevna um laksalús í alibrúkum, sum er í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.
Talan er um eina ráðstevu, sum ferðast millum størstu alitjóðir í heiminum og hevur hon áður verið í Kili, Írlandi, USA, Norra, Kanada, Skotlandi, Hollandi og Fraklandi.
Nú er hon í Føroyum fyri fyrstu ferð, og á skránni eru 70 fyrilestrar, har nakrir av heimsins fremstu granskarum og vísindafólkum innan laksalús, greiða frá síni gransking.
Alifeløgini í Føroyum brúka nógva fíggjarliga orku at royna og menna hættir at basa laksalúsini, eins og alifeløg í øllum heiminum, vísur Anne Sandvik, granskari í Havforskningsinstituttet í Norra á. Hon granskar í, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu ávirka laksalúsina og arbeiðið at basa henni. Og útlitini eru ikki góð, tí verður havið heitari kann væntast, at laksalúsin nørist betri. Hon granskar tí millum annað í, hvussu til ber at forða fyri, at laksalúsin spjaðir seg.
Tað er Fiskaaling, ið skipar fyri ráðstevnuni, og vitanin frá ráðstevnuni kunnu granskararnir á Fiskaaling brúka, eins og teir sjálvir eisini hava fyrilestrar á ráðstevnuni.
Lurtið eftir samrøðuni við Anne Sandvik, granskara, Jóhannu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling, Esbern Paturson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord og Marner Nolsø, djóralækna hjá Bakkafrosti.