avatar

Nón 10. september 2021

Nón
Nón
Episode • Sep 10, 2021 • 54m
Fyri 14 árum síðani útsetti Bjarni Restorff verkið Norska Løva eftir William Heinesen fyri stórt orkestur. Nú hevur hann tikið stig til at geva nótaritið út sum bók. Vit tosa við Bjarna um verkætlanina. 
Hvat merkir Tik tok antik? Hvussu er tað at koma upp í árini, og hvat er seniorsjónleikur? Næstu dagarnar fara nakrir eldri sjónleikarar at hava kvøldsetu í Sjónleikarahúsinum. Karin Djurhuus og Oddvá Nattestadn greiða frá.
Og so leggja vit til brots aftur við Høgnatáttinum, sum setir vikuna skák mát.
Hoyrið sendingina her.