Í dag hátíðarheldur Posta, at tað er 150 ár síðan fyrsti posturin varð borin út, og at tað eru 45 ár síðan Postverk Føroya varð yvirtikið. Vit hitta stjóran á Posta til eitt prát um virksemið fyrr, nú og í framtíðini.
Teitur er flytifuglurin, sum ikki letur seg avmarka av landafrøði. Nú hevur hann givið út heildarútgávuna Cazador De Ostras, sum er spanskt fyri tjaldur. Hoyr áhugaverda samrøðu við tónlistamannin, sum altíð gongur egnar leiðir.
Og so fáa vit afturvendandi satiruna síðst í sendingini, tá ið Høgni Djurhuus lesur Høgnatáttin.