Mykines man vera eitt av teimum støðum, sum flest fólk hugsa um, tá tosað verður um ferðavinnu í Føroyum, og Summarnón vitjar í oynni og tosar bæði við bygdafólkið og onnur, sum starvast í Mykinesi.
Ellindur Egilstrøð var við til at seta á stovn Gallup Føroyar, og myndaði í nógv ár fyritøkuna áðrenn hann skifti kós og fór til Danmarkar at útbúgva seg víðari. Tá kom hugurin at mála eisini, og nú sýnir hann javnan fram í listahølum í Danmark.