avatar

Nón 22. juni 2021

Nón
Nón
Episode • Jun 22, 2021 • 55m
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Marita Dalsgaard eru tvær av trimum, ið hava fingið trý ára listafólkaløn frá Mentanargrunninum, og tær eru báðar samdar um, at tað at fáa trý ár við tryggum fíggjarligum kørmum verður spennandi og gevandi.
Nógv føroysk yrkingasøvn eru komin út í ár, og tey selja væl, sigur Tina Isholm Jakobsen, sum viðmælir summarlestnað dagsins sending, men annars heldur hon, at føroyingar lesa sera fjølbroyttar bøkur - alt frá yrkisbókmentum til skaldsøgur á føroyskum og donskum.