Hevur tú onkuntíð hugsað, at sálmurin rennur avstað sum streymur í á? Ella heldur tú viðhvørt, at hetta gongur í so seint fyri seg?
Tað kann vera rættiliga ymiskt, við hvørjari ferð ymisku kirkjuliðini í Føroyum syngja somu sálmar. Tað staðfestir Leif Hansen, organistur, sum hevur kannað, hvussu skjótt føroyingar syngja í kirkjuni.
Hoyr Leif Hansen útgreina sálmar og tempo. Vit tosa eisini um sálmasangin søguliga og uppgávurnar hjá organistinum.