avatar

- Tey eldru finnast øgiliga nógv at teimum ungu

Nón
Nón
Episode • Aug 24, 2021 • 14m
Tað eru nógvar meiningar um ungdómssendingina "Gentuvesið". Sendingin umrøður alt, sum viðvíkjur ungdómslívi, so sum kynslív, kærleikstrupulleikar, rúsdrekka o.a. Fleiri eldri hava funnist at sendingini, meðan fleiri av teimum ungu lata væl at.
- Fleiri ung siga, at tey kenna seg aftur í okkara málbrúki og teimum evnunum, vit viðgera, siga vertirnir í sendingini "Gentuvesið". Tað eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard úr ungdómstoyminum BIIT hjá Kringvarpinum, sum gera sendingina.