avatar

Nón 8. apríl 2022

Nón
Nón
Episode • Apr 8, 2022 • 55m
Fimm lesandi á rytmiska konservatoriinum í Århus og ein á musikkskúlamiðnámi hava verið íblástrartúr í Føroyum saman við Kristoffuri Mørkøre. Vit frætta, hvat tey hava fingið burturúr.
Norðmaðurin Glenn Larsen er nýggjur leiðari í Faroe Music Export, sum hevur til endamáls at fáa føroyskan tónleik út í heim. Glenn Larsen er komin í útvarpsstovuna til eitt prát um bakgrund og ætlanir.
Og so tekur Høgni Djurhuus samanum vikuna í Høgnatáttinum.
Hoyrið sendingina her