"Tann sæla ræðslan" er savn við óhugnaligum, ræðuligum og spøkilsiskendum stuttsøgum, sum Hanus Kamban, rithøvundur, hevur umsett úr enskum, týskum og fronskum.
- Tittulin sipar til eitt hugtak frá einum enskum heimspekingi, Edmund Bourke, sum skrivaði eina ritgerð seinast í 18'indu øld, um tað vakra og tað sublima. Um tað sublima brúkar hann orðini "delicious horror", og tann sæla ræðslan er ein beinleiðis umseting av tí, greiðir Hanus Kamban frá.