Brexit hongur í leysum lofti, nú Theresa May, forsætisráðharri, hevur fingið Undirhúsið í Westminster ímóti sær í skilnaðaravtaluni við Evropasamveldið.
Hvussu er í Føroyum. Føroyar avgjørdu ikki at fara upp í EEC fyrst í 1970-árunum, tá ið Bretland annars fór uppí. Og síðan hevur semja verið um, at ES er ikki fyri okkum. Men er tað gott, um ES syndrast? Og hvørjar eru hugsjónarligu grundirnar fyri at vera fyri og ímóti?