Guðrun og Guðrun vóru ein av fýra føroyskum sniðgevarafyritøkum, ið var við á sniðgevaraátakinum í La Maison du Danemark í París um vikuskiftið.
Guðrun og Guðrun fara hesa vikuna eisini at luttaka á stórari, kendari mótamessu í París. Hetta er neyðugt fyri at fáa beinleiðis samband við týdningarmiklar kundar, sigur Guðrun Rógvadóttir, sum serliga tekur sær av marknaðarføringini hjá Guðrun og Guðrun.
Hon vísir á, at hóast klædnamarknaðurin er sera stórur og kappingin hørð, so er stórur áhugi fyri sniðgevingini hjá Guðruni og Guðruni.