avatar

Børn skulu takast í álvara

Nón
Nón
Episode • Mar 8, 2022 • 20m
- Tey, sum eru yvir 14 ár, skulu hava eitt barn við sína lið.
Dánjal á Neystabø vendir spurninginum á høvdið, tá ið hann verður spurdur, hvønn sjónvarpssendirøðin vendir sær til.
"Seks spurningar um at vera menniskja" er nýggj sjónvarpssendirøð í seks pørtum, sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava skrivað og gjørt. Sendingin verður send fyrstu ferð í sjónvarpinum nú fríggjadagin, 11. mars klokkan 18:30.
Dánjal Kaggadingding Kaggadung og Búi Sibbidibbidim hava verið á Ævintýrferð í 20 ár, og nýggja sendirøðin er eitt hæddarpunkt á tí ferðini.