avatar

Nón 16. mai 2022

Nón
Nón
Episode • May 16, 2022 • 48m
Hvussu kann gransking gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu kann vinnulívið gagna granskingini.

Tað er evnið á ráðstevnu við heitinum "Vitan, vinna og visjón", sum verður í Kongshøll fríggjadagin. Tað eru Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, ið skipa fyri.

Nón prátar við Sóley H. Hammer, umsitara í Hugskotinum, og Tórheðin Jónsveinsson Jensen, marknaðarleiðara í Varðin-samtakinum um hetta. Tórheðin hevur eisini skriva ph.d. um, hvussu vitan og gransking verður nýtt í alivinnuni og fiskivinnuni, og hvussu menningartilgongdir henda í hesum vinnum. Tey sita eisini bæði í nýstovnaða "Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan"