avatar

Gula Smiðja skjótt klár at taka ímóti ungdóminum

Nón
Nón
Episode • Oct 20, 2021 • 24m
Nógv kenna helst gula, ikoniska bygningin í Saltangará. Fyrr hýsti bygningurin smiðjuvirksemi, men um nakrar mánaðir letur Gula Smiðja upp sum ungdóms- og virkishús.
Gula Smiðja skal eftir ætlan vera fyri ung í aldursbólkinum 14-18 ár, og stórur tørvur hevur verið á einum ungdómshúsi, heldur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Runavíkar kommuna hevur lýst eftir dagligum leiðara, og hann skal saman við teimum ungu vera við til at mynda innihaldið í nýggja tilboðnum til ungdómin í Runavík.