Við tvísporaðum asfalteraðum vegum, tunlum bæði yvir og undir vatnskorpuni, skip millum oyggjar og tyrlur og flogfør í luftini, er samfelagið í dag kolvelt í mun til hvussu støðan var, tá fyrsti Smiril fór av Tvøroyri fyri 125 árum síðani. Hvussu var hendan ferðin? Tað verður lýst í stórari útvarpssendirøð, sum byrjar leygarkvøldið. Vit tosa við Gunnar Nolsøe, sum hevur framleitt.
Í dag ummælir Jógvan Isaksen ungdómsskaldsøguna Kjarr eftir Rakel Helmsdal, og so fara vit eina rundferð í mentanarálmanakkanum, har tað hóast alt eru nøkur tiltøk á skránni.
Hoyrið sendingina her