- Hetta er óbeskriviligur lætti, tí føst løn er ikki altíð ein partur av listafólkatilveruni.
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, sum er Master í elektroniskari kompositión, er ein av teimum, sum fekk listafólkaløn í trý ár.
Mentanargrunnur Listafólkalønin letur á hvørjum ári trimum yrkislistafólkum løn í trý ár, so tey burturav fáa halgað seg til sítt listaliga virksemi. Tey kunnu ikki hava annað starv við síðuna av hesa tíðina.
Anna Katrin Ø. Egilstrøð hevur ikki færri enn átta verkætlanir, sum hon ætlar sær at fremja næstu árini.