Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um einki seyðabit var? Hvussu við djóralívi og plantulívi og gróðri annars - og hvussu við útsjónd yvirhøvur, um mannaskapta ávirkanin ikki var?
Koltur verður fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð í Føroyum - Føroya fyrsta náttúrureservat. Vit hitta Janus Hansen, sum hevur yvirskipaðu leiðsluna av náttúrupartinum í Koltri. Kolbrún í Haraldsstovu hevur ábyrgdina av plantupartinum, og Jón Aldará hevur ábyrgdina av fuglateljingunum.