Hann er vorðin ímyndin av alternativum tónleiki og av tónleikaútgávum av øllum møguligum slagi í Føroyum, og hann tykist vera ótroyttiligur, tá tað snýr seg um at skipa fyri á hesum listaøki. Kristian Blak fylti 75 ár í gjár.
Tað er eindømi, at Føroyar senda journalistar avstað til brennideplar og kríggj. Gestur Lómstein og John Johannesen fóru til Polen og markið við Ukraina, haðani fólk flýggja undan kríggi.
Og so hoyra vit, hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær hesa vikuna.
Hoyrið sendingina her.