Vit vitja Gallarí Norðoy í Keypmannahavn, sum føroyska Kristianna Norðoy eigur og rekur.
Vit fáa innlit í sniðgeving av brúkslutum, tá vit hitta arkitektin, Jóannes Petersen, ið hevur sniðgivi móttøkutallerkin, One hand plate.
Eisini er eitt ummæli í sendingini í dag. Jógvan Isaksen ummælir yrkingasuituna "OG" eftir Oddfríða Marna Rasmussen, og vit hoyra eisini, hvat Oddfríður segði um savnið, tá tað kom út.