"Opera men eingin olja" er heiti á nýggjari bók eftir Martin Næs, ið starvaðist sum landsbókavørður og stjóri í mentamálaráðnum í nógv ár. Vit hitta bókaaktuella Martin Næs.
Nýggja danska sjónvarpsrøðin hjá DR "Ingen vej tilbage", fer í luftina fríggjadagin, og fyrstu ummælini eru sera góð.
Tað er føroyski Andrias Høgenni hevur skrivað og leikstjórnað nýggju sjónvarpsrøðina, vit fáa orðið á Andrias Høgenni úr Keypmannahavn.
Og so hoyra vit um nýggjan ummælisverkstað í Norðurlandahúsinum, sum skal fáa fleiri ummæli til vega.