avatar

Sunleif Rasmussen, Øssur Mohr og Mourits Mohr

Nón
Nón
Episode • Oct 3, 2018 • 1h 48m
Um eina slaka viku verður Klingran ramma um eina portrettkonsert við Sunleifi Rasmussen, sum - um heimin, er vorðin eitt viðurkent og nógv umbiðið tónaskald.
Vit tosa við Sunleif, samstundis sum vit eisini hitta Jón Festirstein og Hans Paula Tórgarð.
Eisini hava vit verið á fernisering hjá Øssur Mohr á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fyri viku síðani vóru 100 ár liðin síðani Mourits Mohr varð borin í heim. Vit fara at fregnast um skaldið og mentamannin, tá vit tosa við Mourits Mohr Joensen um ein tíma ella so.