Hósdagin fer stóra føroyska mentanarátakið "Un éclat de soleil" av bakkastokki í París við stórari myndlistaframsýning við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálvi av Reyni.
Framsýningin er partur av einum størri mentanarátakið, sum Uttanríkis- og mentamálaráðnum skipar fyri í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison de Danemark og Visit Faroe
Islands.