avatar

Í poddvarpi fær verturin pláss

Nón
Nón
Episode • Mar 31, 2021 • 23m
Kanska tú ikki kennir tey øll, men munnu flestu okkara ikki kenna til okkurt av teimum føroysku poddvarpunum, sum hava sæð dagsins ljós seinastu tíðina?
Summi framleiða skemt ella satiru, meðan onnur eru til fyri at kunna um vørur ella tænastur, meðan uppaftur onnur hava eina hugsan, sum tey fegin vilja deila við tær og mær.
Vit hava prátað við Búa Tyril, Arna Zachariasen og Elisu Vang, sum øll eru poddvarpsvertir og við Lindu Mortansdóttir, sum greiðir eitt sindur nærri frá, hvat poddvarp er fyri nakað, og hví so nógv fólk lurta eftir poddvarpi.