– Mær lysti at vita hví, sigur Meduna Dalsgaard, arkitektur, nú standmyndin av Nólsoyar Pálli er tikin niður í Vágsbotni.
– Beint nú er tað bara óneyðuga nógv órógv um hetta, sigur Guðrið Poulsen, listakvinna. Vit fáa at vita, at hon skal setast uppaftur, men hví er tað ikki komið upp á pláss, áðrenn man tekur hana niður. Tað skapar bara óneyðuga nógv órógv og heitar kenslur.