Ein riddari letur eina hurð upp, tekur eitt svørð og drepur tann ónda grísin.
Hetta er gongdin stuttum í einum lítlum telduspæli, sum varð brúkt sum grundarlag til undirvísing um vikuskiftið.
Kappingin Gamejam verður um nakrar vikur, og tí sambandi verður skipað fyri ymiskum verkstovum at brynja luttakararnar til kappingina.
Um vikuskiftið snúði verkstovan seg um ljóð og tónleik til telduspøl.
Harald í Kálvalíð og Djóni Nolsøe Fischer skipaðu fyri.