Í rithøvundaprátinum hesaferð fara Oddvør Johansen og Steintór Rasmussen at hugleiða um hetta at skriva skaldsøgur.
Sigrun Gunnarsdóttir er millum tey listafólk, ið hava listprýtt nýggja umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Hoyvíkshaganum, og vit vitja URD saman við listakvinnuni, og so ummælir Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, debutskaldsøguna hjá Daniali Viðoy: Tvístøða, eins og vit endursenda eitt brot úr samrøðu við Danial Viðoy um skaldsøguna.