Hesin mentanarmikudagin í Nón byrjar við symfoniskum tónleiki, tí í morgin kemur út fløgan "Voyage" við 12 løgum, sum Óli Jógvansson hevur gjørt og trý symfoniorkestur hava spælt inn. Málið er at koma út heim við fløguni, sigur Óli Jógvanson.
Fríggjadagin 12. oktober letur Anker Eli Petersen upp listaframsýning í Gallerí Focus. Fjøltáttaði listamaðurin kemur í Nón, og vit tosa við Anker Eli um um lív, virki og ítøkiligu framsýningina.