avatar

Nón 8. desember 2021

Nón
Nón
Episode • Dec 8, 2021 • 53m
Danial Lydersen hevur givið út eitt risaverk í fýra bindum um Viðareiði, Slóðirnar og minnið. Beinagrindin í bókini er ein skipað gjøgnumgongd av staðarnøvnum í bygdini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Har, sum høvundurin hevur nakað at leggja afturat staðarnavninum - og tað hevur hann í flestu førum - sigur hann frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at hesum staði. Vit fáa orðið á Dánjal Lydersen av Viðareiði fyrst í sendingini.