Ársins pressumynd skal nú veljast. Ein dómsnevnd hevur valt og tilnevnt seks myndir millum tey 74.470 innkomnu uppskotini.
Hví eru júst hesa myndirnar góðar, og hvørjar søgur lýsa tær? Tað tosa vit við Trónd Dalsgarð, fotojournalist, og Sigurjón Einarsson, journalist, um.
Nú páskirnar standa fyri durum, varpa vit ljós á páskir og list. Nils Ohrt, listafrøðingur, hugleiðir um hvussu páskirnar og páskaboðskapurin verða umboðaðar og lýstar í føroyskari list.