Mest sum eingin roknaði við tí, men tann 5. november kemur nýggj útgáva við bólkinum ABBA. Tvey løg eru longu tøk, og tey fara vit at umrøða saman við Steinvør Fonn, kórleiðara, og Magna Husgaard, tónleikara.
Sum trý ára gamal varð hann sendur til viðgerðar í Danmark, har hann bókstavliga var niðurbundin í hálvt triðja ár. Nú hevur hann einrøðuleik, har vit sleppa at kaga í hansara barndóm. Jógvan Andrias Joensen vitjar útvarpsstovuna.
Og so hoyra vit, hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær um samfelagsstøðuna hesa vikuna í Høgnatátti.