avatar

Mjólkarevangelium fagnar kvinnuligu náttúruni

Nón
Nón
Episode • Mar 21, 2022 • 26m
"Vármjólk" er heiti á nýggjum yrkingasavni eftir Rannvá Holm Mortensen, sum vit best kenna sum myndlistakvinnu, ið seinastu 25 árini hevur fingist málningalist, grafikk og installatiónir.
Í 2018 gav hon yrkingasavnið "Sólsmakkur" út, sum millum annað snúði seg um at vera mamma sálarsjúkum barni. Hetta savnið fekk Rannvá M. A. Jacobsens heiðursløn fyri sama ár.
Nýggja savnið "Vármjólk" er ein rannsóknarferð inn í náttúruna hjá kvinnuni.