avatar

Støðan á listaøkinum er meira enn álvarslig

Nón
Nón
Episode • Jan 20, 2021 • 15m
- Vit fáa nú uppringingar frá listafólkum, sum beinleiðis eru í fíggjarligari neyð.
Tað sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA, Listafólkasambandi Føroya. Hon vísir á, at inntøkan hjá nógvum listafólkum er farin niður í helvt ella meira, og støðan er nú farin útum tað, vit kunnu kalla fyri álvarslig.
Listaøkið er í djúpari kreppu eftir tíggju mánaðum við COVID-19. Hjálparpakkarnir frá politiskari síðu hava verið ónøktandi og hava ikki riggað, staðfestir LISA.