- Eg vil gjarna vísa teimum, sum ikki hava sama møguleika sum eg, hvussu vakurt tað er við strendurnar og undir vatnskorpuni.
Soleiðis sigur Harald Bjørgvin, sum nú gevur út bókina "Havsins aldingarður".
Tað gátuføra, tað vakra og tað fjalda eru myndevni í bókini, har Haraldur Bjørgvin á kavaraferðum um landið hevur tikið myndir av taraskógum og av ævintýrakendum djóralívi í sjónum.
Bókin byrjar við einum inngangi, Orð frammanundan, sum Harald sjálvur hevur skrivað um tað at kava og taka myndir við føroysku strendurnar.