Nú upptøkurnar til fyrstu føroysku sjónvarpsrøðina - Trom - eru komnar undir land, eru tær báðar Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin sera fegnar um upplivilsi.
Tær hava havt lutfalsliga stórar leiklutir í sjónvarpsrøðini og spælt ávikavist Anita Ravn, løgrgglukanningarfólk og Jenny Mikkelsen, sum er havlívfrøðingur við serfrøði innan aling.
Mariann og Sissal halda, at upptøkurnar hava hilnast væl, og at tað bæði hevur verið læruríkt, spennandi og stuttligt, at spælt við í einari so stórari filmsverkætlan.