Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á fótbóltsfjepparamentan í Føroyum.
Hví er tað so spennandi at fylgja einum fótbóltsliði, spyrja vit tveir fjepparar, Allan Samuelsen og Ronnie Thomasen, sum umboða ávikavist føroyameistaran og steypavinnaran í fótbólti hjá monnum. Vit spyrja eisini ÍF-formannin Dan Petersen um týdningin fyri fuglfirðingar aftur at vera við millum tey bestu liðini í Føroyum.
Føroyingar eru reiðiliga farnir at fylgja føroyska landsliðnum í fótbólti aftur. Vit fylgja við Sissal til hennara fyrsta landsdyst nakrantíð.