Í rithøvundaprátinum práta vit hesaferð um hvussu tú fert frá einum góðum hugskoti til eitt liðugt verk. Sissal Kampmann og Oddfríður Marni Rasmussen vitja.
Skaldskapur á óbundnum máli hóskar seg væl, tá nýggj evnisøkir skulu hertakast. Tað sigur Bergur Rønne Moberg, sum hevur ritstjórnað bók um prosa í breiðum høpi.
Vltava, ella Moldauáin, eitur ein symfonisk yrking, sum kekkiska tónaskaldið Smetana skrivaði í 1874. Vit spæla hetta stykkið síðst í sendingini.
Hoyrið sendingina her