Landsverk hevur gjørt ein nýggjan arkitekturpolitikk, og fríggjadagin verður stór ráðstevna um bústaðarbygging í framtíðini. Hvat er arkitekturpolitikkur, og hvussu byggja vit bústaðir og skipa bústaðarøki í framtíðini. Tríggir arkitektar tosa um "karmar um lív".
Kvinnukórið Silvitni vann fyrstu virðisløn, tá kórfestivalur var um vikuskifti. Kórið er fjølbroytt bæði í mun til tónleikin og so eru eisini fleiri tjóðskapir umboðaðir í kórinum. Vit tosa við kórleiðaran, Cintiu Gonzales, sum er úr Kili, men hevur búð í Føroyum síðani 2016.
Hoyr alla sendingina her.