avatar

Tað er kul at hava sína egnu dialekt

Nón
Nón
Episode • Nov 29, 2020 • 32m
- Vit skulu koma hartil, at tað er kul at vera øðrvísi, og tað er kul at hava sína egnu dialekt.
Sigur ein eldhugað Lív Næs, sum hevur vart sína MA-ritgerð um málføri á Fróðskaparsetrinum. Hon heldur, at ein lítil kollvelting skal til, og at tøk skulu takast fyri at varðveita málføri.
Í sambandi við sína MA-ritgerð hevur hon granskað hvalbiar- og sumbiarmálførið hjá tveimum ættarliðum, og tað vísir, at gongdin er, at smámunir hvørva. Í einum størri høpi sæst, at tey ungu laga seg til miðføroyskt, og tað er ein óheppin gongd, sum vit skulu taka í álvara.