avatar

- Nógv kenna sviðan av ikki at vera í føstum starvi

Nón
Nón
Episode • Sep 2, 2021 • 19m
- Nógv kenna sviðan av, at ikki vera í føstum starvi. Tað siga formenninir í Lærarafelagnum og Starvsfelagnum. 
Úti í heimi síggja vit eitt rák, har tað gerast fleiri av teimum, sum verða noydd í tíðaravmarkað størv, verkætlanarstørv, fríyrkisstørv ella partíarstørv. Tað vísir bretski professarin, Guy Standing, á. Hann ávarar ímóti vaksandi og samansetta samfelagsbólkinum við orkymladum faklærdum, sum ikki fáa fótin fastan á arbeiðsmarknaðinum. Bretski professarin fer at halda fyrilestur um hetta evnið mikudagin 8. septembur.