Higartil í ár eru tvey nýggj stakløg hjá Gretu Svabo Bech komin út á nýggja felag hennara Propeller Recordings. Greta gleðir seg til at samstarva við viðurkenda norska útgávufelagið.
Týsdagin var Greta í Nón og greiddi frá lívi sínum, har hon vaks upp í Portugal, Onglandi og Singapore, umframt at hon javnan vitjaði í Føroyum.
Áhugan fyri tónleiki fekk hon tíðliga, og sum trý ára gomul byrjaði hon at júka foreldur síni um at sleppa at spæla violin, tí hon hevði hoyrt hetta ljóðføri í hátalarunum, og helt tað ljóðaði vakurt.