Í dag verður vitjað á Tjóðsavninum í Brekkutúni, har partur av føstu framsýningini er endurnýggjað og júst er latin upp. Vit fingu orðið á Rannvá Winkler, savnsvørð.
Eisini fara vit á gátt á bókasavninum, har vit fáa viðmælt nakrar bøkur at lesa í summar. Vónbjørt Vang greiðir frá trimum bókum, hon hevur lisið.
Itala vann, sum flestum kunnugt EM í mannfólkafótbólti um vikuskiftið, og vit fingu eitt prát við føroyavini Gianfranco Contri um hvussu hýrurin er í eftir EM-sigurin.