Jørundur Hundadagakongur er jubileumsleikur hjá Havnar Sjónleikarfelag, sum í ár hevur 100 ár á baki.
Leikurin og ikki minst pallurin er ein heiðurlig gáva til Havnar Sjónleikarfelag, siga ummælararnir Birna Heinesen og Barbara í Stórustovu, dramaturgar.
Uppsetingin er stór. Tað eru einir 40 leikarar og sangarar á og rundan um pallin, sum er smíðaður út eftir øllum gólvinum, har áskoðararnir tíðum eru ein partur av leikmyndini.