avatar

LISA: Nú má listin stimbrast

Nón
Nón
Episode • Dec 14, 2021 • 16m
- Ein hjálparpakka, sum kompenserar fyri ítøkiligar mistar inntøkur. Og ein kveikingarpakka, sum kann stimbra listafólk at framleiða.
Tað er uppskotið hjá LISA, nú koronutilmælini hjá landsstýrinum enn einfarð hava ført til hópavlýsingar, og útinnandi listafólk enn einaferð missa stóran part av sinum inntøkum í einari háárstíð.
- Tú kanst yvirliva nokk so leingi, men listafólk eru nú komin til markið fyri, hvat tú kanst liva fyri, sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA, sum umboðar yrkislistafólk av ymsum slag.