Tann Komiska Tragedian eitur leikur, sum verður frumsýndur í Løkshøll leygarkvøldið. Marita S. Dalsgaard hevur leikstjórnað, og Olaf Johannesen er á palli. Vit tosa við Olaf og Maritu.
Hannis Martinsson og William Hammer eru saman á fyrsta sinni í nýggju krimiskaldsøguni Paranoia. Jógvan Isaksen, rithøvundur, greiður frá bókini.
Og Hans Petur í Brekkunum var á gátt og segði okkum, hvat Føroya Symfoniorkestur fer at takast við næstu tíðina.
Hoyrið sendingina her